2016-06-13 12:10

Nú turkur hevur verið í nógvar dagar, er vatntrot í Sandavági. Drekkivatnið í Sandavági kemur úr keldum, sum í løtuni ikki geva nógv vatn.
Nakað av drekkivatni kann tó fáast út reinsiverkinum í Miðvági, sum tekur vatn úr Leitisvatni. Hetta nøktar tó ikki dagliga tørvin.
Til tess at tálma vatnnýtsluna og fyri at tryggja nøktandi nøgd av vatni, verður tí skrúvað fyri vatninum í Sandavági frá kl 23.30 í kvøld, 13. juni 2016, til kl 5.30 í morgin, 14. juni.
Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald