Vága kommuna søkir eftir skrivstovufólki til Skúlan á Giljanesi at byrja 1. mars 2014. Arbeiðið fevnir um vanligt skrivstovuarbeiði á skúlanum og fer fram í neyvum samstarvi við skúlans leiðslu.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum, at umsøkjari:
??? hevur skrivstovuútbúgving e.l.
??? hevur góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt
??? er ábyrgdarfull/ur og røkin
??? hevur góð evni at samskifta og samstarva við onnur
??? dugir væl at málbera seg í skrift og talu á føroyskum og donskum
??? hevur teldukunnleika á brúkarastøði
Lønar- og setanartreytir
Lønin er sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og KAF.
Setanarbrotið er 0,5 og verður lønt í lønarflokki 3.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til [email protected] ella Vága kommunu, Hammershaimbsvegur 1, 360 Sandavágur (mrk. skrivstovustarv) og vera kommununi í hendi í seinasta lagi hósdagin 30. januar 2014.
Starvið verður sett frá 1. mars 2014 ella eftir nærri avtalu.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ber til at venda tær til Regin Marnersson, skúlastjóra, á telefon 79 44 26 ella [email protected].
Vága kommuna og Skúlin á Giljanesi
JN
Skrivstovufólk til Skúlan á Giljanesi
...
2014-01-16 21:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald