Lýsing

Skrivstovufólk til P/F Tunnil

...

2019-12-21 19:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Søkt verður eftir avloysarafólki í eitt ár til undirsjóvartunlarnar. Uppgávurnar fevna um kundaavgreiðslu og samskifti í sambandi við innkrevjing av nýtslugjaldi.

Førleikakrøv 

Tann rætti umsøkjarin:

  • er vanur við kunda- og telefonavgreiðslu
  • er skrivstovuútbúgvin
  • hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur royndir frá bókhaldi
  • hevur telduførleikar

Lønar og setanartreytir 

Miðað verður ímóti at seta starvið skjótast tilber, ella eftir nærri avtalu. Løn og setanartreytir annars eftir nærri avtalu.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Una Danielsen á telefon 285700 ella teldupost [email protected].

Umsóknir saman við prógvum, C.V. og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 6. januar 2020. 

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og skulu sendast til:

Vága- og Norðoyatunnil p/f 

Att.: Uni Danielsen

Postboks 1010

110 Tórshavn

Tak niður starvslýsing

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder