
Eitt av okkara skrivstovufólkum fer í barnsburðarfarloyvi í næstum og tí søkja vit eftir avloysara at byrja skjótast gjørligt.
Um starvið:
Tú verður partur av einum væl samansjóvaðum toymi, ið tekur sær av øllum pappírs-og peningarendsli í felagnum.
Dagliga arbeiði fevnir um avrokningar, lønir, fakturering, bókingar, flytingar umframt fyrifallandi skrivstovuarbeiði.
Førleikakrøv:
-Vit vænta at tú ert ágrýtin, hevur góð samstarvsevni og kanst arbeiða sjálvstøðugt eins væl og í toymi -Hóskandi útbúgving so sum skrivstovuútbúgving ella líknandi.
-Royndir við bókhaldi og bókhaldsskipanum.
-Telduførleikar á rímuliga høgum støði.
-Málførleikar í føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu.
Vilt tú vita meiri?
Um tú hevur onkrar spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Irdi Jacobsen, fíggjarleiðara á tlf 550630 ella senda teldupost til [email protected].
Umsókn við prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til [email protected] skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 30 sept. 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald