Nú er skráin til ársins Aliráðstevnu klár, og tað verður løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen, sum fer at seta ráðstevnuna hesuferð.
Seinastu árini hevur verið siðvenja, at Havbúnaðarfelagið skipar fyri eini aliráðstevnu, har fólk úr øllum hornum í alivinnuni savnast at hoyra fyrilestrar um viðurskifti, ið knýta seg til aling í Føroyum.
Í ár verður tað Føroya løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, ið fer at seta ráðstevnuna.
Skráin hevur annars fyrilestrar um marknaðarviðurskifti, fiskaheilsu, laksalús, smoltframleiðslu, fóðursamanseting, rognkelsi sum reinsifiskur og fólkaheilsu.
Seinastu árini hevur eisini verið ein kapping um tey bestu úrslitini í farna ári. Hendan kappingin verður aftur á skránni í ár. Veitsla verður eisini á Hotel Føroyum um kvøldið.
Havbúnaðarfelagið skipar fyri ráðstevnuni við góðum stuðli frá Fiskaaling, Vónini, Tryggingarfelagnum Føroyar, Havsbrún og KJ Hydraulik.
Skráin kann síggjasther.
Klárt er nú eisini at melda til ráðstevnunaher.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald