Vinna

Skjótt 5000 milliardir í norska Oljugrunninum

...

2013-11-08 11:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Oljan.fo skrivar: Norski oljugrunnurin bara veksur og veksur. Í fíggjarlógaruppskotinum hjá fráfarnu reyðgrønu stjórnini er virðið av Oljugrunninum sett til at vera 4729 milliardir kr. við árslok 2013. 


Dagens Næringsliv skrivar, at keldur, sum standa nýggju stjórnini nær, vilja vera við, at nýggi fíggjarmálaráðharrin Siv Jensen hevur gjørt eina nýggja meting, sum sigur, at Oljugrunnurin fer at røkka teimum 5000 milliardunum ella meira við árslok. 
Sambært Norges Bank Investment Managements (NBIM), vóru 4800 mia. kr. í grunninum seinasta mánadag. 

Á heimasíðuni hjá NBIM ber til at fylgja við, hvussu nógv virðið av grunninum broytist sohvørt: 

http://www.nbim.no/no/

Við endan av fyrra hálvári í ár varð marknaðarvirðið av Oljugrunninum 4548 mia. kr., ein øking uppá 587 milliardir kr. sammett við virðið av grunninum við ársskiftið. 

Lagt er upp til at brúka umleið 140 milliardir kr. úr Oljugrunninum fyri komandi fíggjarár. Regulin, sum virkað verður eftir, er tann, at brúkast kunnu upp til 4% av kapitalinum hvørt fíggjarár. Í Norra verður nú bíðað eftir við spenningi, hvussu nógv nýggja stjórnin fer at brúka úr grunninum, eftir at fráfarandi stjórnin legði upp til at halda seg væl niðanfyri tey 4% fyri harvið at minka um upphitingina av norska búskapinum.

Vil tú vita meira um norska oljugrunnin er at fara inn á heimasíðuna, har til ber at lesa um søguna og um Oljugrunnin og hansara virksemi annars. 

Hetta stendur at lesa í innganginum: 

"Statens pensjonsfond utland
Norges Bank Investment Management (NBIM) forvalter Statens pensjonsfond utland (populært kalt oljefondet).
Vår oppgave er å ivareta og utvikle finansielle verdier for fremtidige generasjoner gjennom ansvarlig forvaltning av fondet. Vår eierskapsutøvelse skal bidra til god selskapsstyring og fremme høye sosiale og miljømessige normer i selskapene vi investerer i."

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder