JN

Skírhósdagur

...

2017-04-12 23:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Havið Andstygd fyri tí illa.

Ein tann vakrasta lívsmyndin úr Halgubók er Jósef. Eitt hitt mest mansliga, ið sagt verður um hann, er, at hann eina ferð rýmdi. Er tað mansligt at rýma? Jú, Jósef rýmdi undan freistingini. Og tað er mansligari at rýma heldur enn at falla fyri freistingini.

Tað eru mong ung, ið halda tað vera sera mansligt at spæla við freistingina. Tey vilja bert spæla. Tey halda seg vera før fyri at ansa sær so væl, at tey ikki falla. Tey halda seg vera so sterk og gloyma, at Sátan er tann sterkari. Tað eru mong ið leingi vitaðu, um ísurin mundi bera, men so umsíðir brotnaði hann, og tey umkomust.

Á eysturstrond Skotlands er ein fjallahola, sum ber navnið "Deyðans muður". Tann, ið vil royna at kanna hesa holu gjølla, setur lív sítt í váða, og mong eru tey, ið inn hagar eru farin, sum ikki komu livandi útaftur.

Ein summardag róðu tveir unglingar inn í hesa holu til tess at vita, hví hon mundi vera so vandamikil. Nakrir fiskimenn ráddu teimum frá at fara, men uttan úrslit. Teir róðu inn hagar og funnu loyndarmál hennara: Miðskeiðis í holuni rak ein meldurstreymur, og hann royndi av øllum alvi at draga bæði teir og bátin niður í tað myrka dýpið. Við neyð og deyð bóru teir boð í bý.

Syndin er ein meldurstreymur. Tann, ið vil spæla við syndina, fær skjótt at síggja, at syndin spælir við hann. Jósef rýmdi undan freistingini. Hann helt tí góða fast og segði: "Hvussu kann eg tá gera hesa miklu misgerð og synda móti Gudi?"

Og av tí at Jósef helt fast við Gids vilja, lá signing Guds yvir honum alt æviskeið hansara. 

"Havið andstygd fyri hinum illa, haldið fast við hitt góða." Róm 12,9

Hitt illa alt avnokti eg,

títt barn eg vera vil,

ver vegur mín og leið tú meg,

á tí tú best veitst skil!            HMS 622,2.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder