2020-09-15 06:37
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Vit skrivaðu í gjár, at fleiri av føroysku skipunum, sum fiska makrel, eru farin í norskan sjógv, beint eystarum føroyska markið, tí fiskiskapurin í føroyskum sjógvi er minkaður - gjár vóru Norðingur, Gøtunes, Tróndur í Gøtu, Katrin Jóhanna, Arctic Voyager og Høgaberg, í norskum sjógvi, ímeðan Christian í Grótinum, Næraberg, Eysturbúgvin, Vesturbúgvin og Borgarin eru í føroyskum sjógvi. Næraberg og Borgarin hava síðani flutt seg yvir í norskan sjógv.
Men tey føroysku skipini eru ikki longur beint eystanfyri føroyska markið, tí í morgun eru skipini stødd útfyri vesturstrondina í Norra.
Fagraberg, Tummas T og Finnur Fríði eru í íslendskum sjógvi á sildaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald