Politikkur

Skipasmíð í Føroyum skal mennast

...

2021-04-16 18:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

- Vit hava sera dugnaligar veitarar innan allar geirar av veitingum og tænastum til skip og skipaferðslu í Føroyum. Styrkja vit við hesum enn meira um vitanina/royndina hjá hesum veitarum, er vinningurin stórur fyri okkum sum land.

Tað sigur Jóhan Eli Poulsen, sum hevur sett Helga Abrahamsen ein skrivligan fyrispurning um skipasmíð í Føroyum og hvørjar ætlaninar eru við vinnuni.

----------------------------------

Spurningar:

  1. Hava landsstýrismaðurin og landsstýrið í hyggju at økja skipasmiðju stuðulin soleiðis, at føroyskar skipasmiðjur kunnu verða kappingarførar við aðrar skipasmiðjur í útlondum?
  1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera eina heildarætlan fyri, hvussu vit styrkja um Føroyar sum ein kraftdepil innan umvælingar, nýgerð og veitingar til skipavinnuna? Tað veri seg bæði fiski- og flutnings vinnuna.

Føroyski fiskiskipaflotin er gamal og niðurslitin. Aldurin á fiskiskipaflotanum er alt ov høgur. Hetta hevur við sær, at bæði umstøðurnar hjá manningini og raksturin hjá reiðaríunum er munandi verri, enn gott er. Vit síggja, at bjartskygni er afturkomið í fiskivinnuna. Fleiri reiðarar hava í hyggju at byggja skip, men hesir reiðarar hava ein stóran trupulleika, og tað er byggikostnaðurin. Grønlendingar hava endurnýggjað ein stóran part av teirra fiskiflota við Tax-lease skipanini, ið ger tað munandi bíligari at byggja skip. Hendan skipanin er ikki loyvd í Føroyum í løtuni. Skulu skipasmiðjurnar her á landi hava nakran møguleika at kappast við slíkar skipanir, má skipasmiðjustuðulin hækka munandi. Hettar hevði ført við sær, at vit kundu sæð fleiri nýbygningar bygdar í Føroyum og føroyska vitanin innan skipasmíð hevði verið økt munandi, øllum at frama.

Nógv verður tosað um grøna orku fyri tíðina og vita vit, at fiskiflotin stendur fyri umleið helminginum av útlátinum. Eldri skip dálka munandi meira enn nýggj skip, tí kann hettar eisini vera ein íløga á teirri síðuni.

Eisini vita vit, at tá ið siglingarleiðin í Arktis er tikin í fulla nýtslu, liggja vit mitt á leiðini. Tí kunnu vit verða ein týðandi viðleikari, tá talan er um at veita tænastur og veitingar. Hetta kann helst lættliga gerast ein týðandi inntøkukelda hjá okkum sum landi í framtíðini.

Vit hava sera dugnaligar veitarar innan allar geirar av veitingum og tænastum til skip og skipaferðslu í Føroyum. Styrkja vit við hesum enn meira um vitanina/royndina hjá hesum veitarum, er vinningurin stórur fyri okkum sum land.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder