Vinna

Skiparin: Vanligi íslendarin skilir einki av hesum

...

2014-08-29 23:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kristian Dam, skipari á Næraberg, sigur, at tað er áhugi millum íslendarar fyri, hví Næraberg fær so vánaliga viðferð í Íslandi.

Ísland boykottar framvegis Næraberg, tí skipið fær ikki tær umstøður, sum skip vanliga fáa í Íslandi. 34 mans eru umborð á Nærabergi, har 10 av teimum eru grønlendarar, tí skipið fiskar í Grønlandi. Næraberg hevur 1020 tons av makreli í last og skuldi av røttum fiskað umleið 900 tons afturat áðrenn kvotan var uppfiskað, sigur Kristian Dam, sum er skipari. Tað skrivar nordlysid.fo.

Les eisini: Næraberg: Hettar er tøkkin.

- Vit hava fingið deilir og eru byrjaðir at arbeiða uppá maskin trupulleikan. Síðani hava vit eisini skift ein part av manningini, sum vit ætlaðu. Her í Íslandi vita vit ikki so nógv meir. Havnastjorin í ìslandi var umborð her og hann var keddur av støðuni og eisini hevur íslendska sjónvarpið verið umborð og spurt um støðuna. Teimum greiddi eg so frá um áleið tað sama, sum eg havi sagt tykkum í Føroyum. Sum eg skilji, so skilir tann vanligi íslendarin lítið av hesum, sigur Kristian Dam, við Norðlýsið.

Les eisini: Landstýrið biðið um frágreiðing frá íslendsku stjørnuni.

Les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder