
Visit Vágar skipar, saman við Miðnámi í Vestmanna og Visit Faroe Islands, fyri ókeypis skeiði í kundatænastu.
Ynskir tú fleiri kundar?
Ynskir tú, at kundarnir skulu vitja júst tína fyritøku?
Ynskir tú at geva kundunum eina góða uppliving?
Kom á skeið og fá frálæru í hvussu tú kanst fáa fleiri kundar við at veita góða kundatænastu.
Hví skalt tú koma á skeiðið?
Tú fert at læra um hvussu tú kanst veita eina betri tænastu til tess at fáa nøgdar kundar. Hetta viðførir at kundin fær eina góða uppliving og sum sæst á tínari botnlinju.
??rtøkan hjá luttakaranum:
Tú fært innlit og greið amboð í hvussu tú kanst:
- hækka títt tænastustøði
- samskifta betri við tínar kundar
- fáa fleiri trúgvar kundar
Luttakararnir fáa eina hondbók við tekstum.
Á skeiðnum verður tað arbeitt við uppgávum sum eru viðkomandi fyri virksemi hjá luttakarunum. Umframt hetta verður tað framløgur og kjak.
Málbólkur:
??ll eru vælkomin á skeiðið. Skeiðið er serliga ætlað til tey virkandi í ferðavinnuni, ið ynskja at veita eina enn betri tænastu.
Hvat gjøgnumganga vit á skeiðnum?
Evnini ið verða viðgjørd eru:
Hvat og hvar er kundatænasta
Týdningin av at veita góða tænastu
Hvussu tíni starvsfólk kunnu veita eina betri tænastu
Undirvísari:
Rebekka Danielsen Cand.Soc. í Service Management frá CBS. Undirvísir í tænastu, virkisbúskapi og fígging í Miðnám á Kambsdali.
Skeiðið fevnir um tveir dagar á tilsamans 13 tímar og verður hildið í skúlanum í Sørvági. Leygardagin 9 februar kl 9-18 og sunnudagin 10 februar kl. 13-17.
Tilmelding fer fram við at skriva navn, føðidato og núverandi virksemi hjá tær í ferðavinnuni til teldupost á [email protected] í seinasta lagi hósdagin 7. februar.
Vit bjóða kaffi, frukt og frokost.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald