2014-01-09 20:34
Kommunurnar fingu í 2013 tilsamans eina hálva millión krónur meiri í skatti enn í 2012. Tað vísir ein nýggj skattauppgerð frá TAKS. Samanlagt fingu føroysku kommunurnar 1,43 milliardir krónur inn í skatti og vøksturin er 0,04 prosent samanborið við 2012.
Uppgerðin hjá TAKS vísir eisini, at landskassin samanlagt í 2013 fekk 1,25 milliardir krónur inn í skatti, og hetta er góðar 25 milliónir krónur fleiri enn í 2012. Inntøkurnar frá eftirlønarskatti vóru slakar 235 milliónir kr., og kirkjuskatturin vaks 1,17 millión frá 2012 til 2013.
Meðal kommunuskattaprosentið fyri 2013 var 21,15 ímóti 21,34 fyri 2012, so tá hugsað verður um, at kommunuskattaprosentið er lækkað 0,19%, so eru hækkingarnar í landsskattinum og kommunuskattinum á leið tær somu í 2013 samanborið við 2012.
Yvirlit yvir fyribilsskattin kann síggjasther
Yvirlit yvir kommunuskattin kann síggjasther
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald