2018-12-01 14:41

Á býráðsfundi hjá Vága kommunu mánakvøldið var onnur viðgerð av fíggjarlógini fyri 2019 á skrá.
Skattaprosenti í Vága kommunu er minkað hvørt ár síðani 2015, men borgarar í Vága kommunu fáa ongan skattalætta hesuferð, tí býráðið hevur samtykt at skattaprosentið verður óbroytt. Skattaprosenti var 23 % í 2015, í 2016 var tað 22,75%, í 2017 var tað 22,50 % og minkaði niður á 22 % í ár, men er enn tað hægsta í landinum.
Fíggjarlógin hjá Vága kommunu varð samtykt mánakvøldið.
Raksturin verður 82,4 mió.
Kommunan ger íløgur fyri 10,7 mió.
Inntøkurnar verða mettar til 96 mió.
Avlop á rakstrinum verður 2,95 mió.
Skattaprosenti verður 22 %
Banafrádrátturin verður kr. 5.500.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald