2014-07-01 20:54
Allar kommunurnar uttan Húsavíkar kommuna hava meiri skattainntøku fyrra hálvár í ár enn sama tíðarskeið í fjør.
Hjá Húsavíkar kommunu er talan um eina stóra minking - fyrra hálvár í fjør fekk kommunan kr. 1.590.416,- ímóti kr. 1.363.365,- fyrra hálvár í ár, tað er ein minking uppá kr. 227.051,-, sum svarar til 14,28%
Fólkatalið í Húsavík er óbroytt í sama tíðarskeiði, so tað er ikki fólkaflyting, sum er orsøk til stóra munin.
Størstu økingina hava:
Kunoyar kommuna 24,31%
Skúvoyar kommuna 20,65%
Viðareiðis kommuna 18,72%
Hvalbiar kommuna 14,19%
Fámjins kommuna 13,07
Sjóar kommuna 11,71%
Yvirlit yvir kommunuskattin kann síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald