Politikkur

Sjúrður Skaale heldur tíðindafund

...

2014-05-27 14:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindafundur

Í morgin, mikumorgunin kl. 9:00, verður tíðindafundir í hølum Javnaðarfloksins á gamla apoteki, har Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, fer at leggja fram úrslitið av tveimum nýggjum kanningum.

Onnur snýr seg fyri stóran part um hvat føroyingar halda um ymist sum er tengt at ríkisfelagsskapinum.

Millum úrslitini eru:

- Meirilutin heldur, at Føroyar skulu verða verandi í hesum felagsskapi.

- Fólk halda hann hava ávísan mentanarligan - men stóran búskaparligan týdning fyri Føroyar.

- Sera mong halda danska statin røkja føroysk áhugamál illa í makrel- og sildastríðnum við ES og í uttanríkispolitikki sum heild.

- Meirilutin heldur, at fólkatingsumboðanin skal halda fram.

- Fólk halda sosialar veitingar verða betri í Danmark enn í Føroyum - samstundis sum tey halda skattin verða lægri har.

- Fólk halda enskt verða týdningarmeiri at læra enn danskt - men tey duga betur danskt.

- Annarhvør sær donsku grundlógina sum sína grundlóg, og annarhvør vil hava egna stjórnarskipan.

Eisini verður komið inn á onnur viðurskifti:

- Føroyingar eru sera skeptiskir móti eini skipan, har Føroyar eru tættari knýttar at ES enn nú.

- Fólk eru tvíbýtt í spurninginum um almenna sølu av fiskirættindum - hóast ein lítil meiriluti er fyri.

Svarini eru eisini býtt sundur á m.a. flokkar, bústað og aldur, so vit síggja hvør heldur hvat. Hetta vísir, at sera stórur munur er millum økið í landinum, aldursbólkar og politiskar flokkar.

Kanning er gjørd í samstarvi við Lóður.

Hin kanningin er ein drúgv greining og meting av, hvør avleiðingin hevði verið fyri føroyska fiskivinnu, um Føroyar vóru við í ES.

Hon er gjørd tí júst hesin spurningurin er sera lítið lýstur - hóast hann er púra avgerandi fyri metingina av, um vit skulu verða tættari knýtt at ES ella ikki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder