2015-01-05 05:02
Klaksvíkstrolarin Sjúrðaberg loysti av Klaksvík seint í kvøld, teir fara í Barentshavið at fiska, teir kunnu bæði fiska í norskum og russiskum sjógvi.
Sjúrðaberg kom av seinasta túri 27 desember, teir høvdu tá 500 tons, eftir at hava verið burtur í 4 vikur.
Fiskurin verður avhøvdaður og síðan heilfrystur umborð.
Skipari er ungi maðurin Rólvur í Nornástovu úr Mikladali, tað er fyrsti túrur hjá Rólvi sum skipari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald