2016-06-16 06:23

Seint í gjárskvøldið fekk MRCC-støðin í Havn eina fráboðan um, at ein persónur á Sandoynni mátti flytast á Landssjúkrahúsið í Havn.
Boð vórðu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum lendi í Skopun klokkan 23:50. Klokkan 23:57 var hon aftur í luftini, og setti kós til Havnar. Bjargingartyrlan setti seg við Landssjúkrahúsið klokkan 00:02.
Á yvirlitinum hjá MRCC Tórshavn sæst, at hetta var uppgáva 51 ið tyrlan hevur gjørt fyri MRCC í ár. Harav eru 33 av teimum vanligir sjúkraflutningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald