2014-03-31 02:46
At hava max ferð í undanbrekku á kappsúkklu er fantastiskt - men ikki vandaleyst, um seyður er á vegnum. Tað var tað í brekkuni oman frá Sandvíkarhjalla í morgun. Men tíbetur hevði flogtúrurin, sum kom eftir at eg og tann morreyða ærin brustu saman, ikki aðrar avleiðingar enn smáskursl og ein brotnan hjálm.
Tað er gott at súkkla: men ansið eftir seyði - og spennið hjálmin! - Skrivar Sjúrður Skaale á Facebook í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald