JN

Sjóvarmál 2014 komið

...

2014-09-30 15:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ársritið hjá Havstovuni, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum seinasta árið, er nú komið.

Nakrir fastir tættir eru, so sum tilmælið fyri hetta fiskiárið (byrjaði 1. september 2014) og lýsing av verkætlanum, sum eru í gongd júst nú. Sum nakað nýtt eru tvær síður við tíðarserium, har tann elsta er aftur til 1914.

Eisini er skrivað um tosk og makrel í vistskipanarligum meldri, um merking av sjófugli, um kanningar havsúrgan og annað.

Sjóvarmál 2014 kann lesast sum pdf???ur her á heimasíðuni ella fáast sum bóklingur við at venda sær til Havstovuna.

Sjóvarmal 2014

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder