JN

Sjóvar kommuna fingið nýtt búmerki

...

2018-12-17 12:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin 15. december varð nýggja búmerki avdúkað við eina hátíðarløtu í bygdahúsinum á Strondum.

Sjóvar kommuna skrivaði seinasta summar út búmerkjakapping. Freistin at lata uppskot inn til kappingina var 1. september, og inn komu heili 59 uppskot.

Vinnarauppskotið átti KREA, og hevur Sjúrður Højgaard tekna nýggja búmerkið.

Hátíðarløtan byrjaði við, at Artur Johansen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin. Síðani sang Hanus G. Johansen nakrar sangir, áðrenn Pole J. Hansen, varaborgarstjóri og formaður í trivnaðarnevndini, helt eina røðu, har hann greiddi frá tilgongdini at velja nýtt búmerki. Eftir røðuna hjá Pola, var løtan komin at avdúka nýggja búmerkið. Pole, saman við hinum limunum í trivnaðarnevndini, Jákup Berthelsen og Anfinn Gærdum, stóðu fyri avdúkingini. Pole handaði síðani vinnarinum av búmerkjakappingini, KREA, ein kekk uppá kr. 20.000, og var tað maðurin, ið hevur teknað nýggja búmerkið, Sjúrður Højgaard, ið tók ímóti.

Tá búmerkið var avdúkað, varð bjóða til kaffi, har millum annað tríggjar flottar køkur við nýggja búmerkinum á, vóru settar inn á borðið, og meðan fólk fingu sær okkurt at eta og hugdu eftir nýggja búmerkinum, sang Hanus G. Johansen aftur nakrar sangir.

Jógvan Fríðrikson, bispur, hugleiddi til endans um evni "samleiki". Jógvan dugdi sera væl at umrøða evnið, við støði í teimum avbjóðingum, kommunan hevur fyri framman.

Myndir frá hátíðarløtuni og ymiskar myndir av nýggja búmerkinum, kunnu síggjast ímyndasavninum.

Niðanfyri kunnu tit lesa røðuna hjá Pola J. Hansen. Seinast í røðuni, kunnu tit lesa grundgevingarnar fyri valinum av nýggja búmerkinum.



Røðan hjá Pola:

Góðan dagin og vælkomin øll somul.

Nú eru vit komin til løtuna, tá nýggja búmerkið skal avdúkast. Men áðrenn eg avdúki nýggja búmerkið, vil eg fyrst siga nøkur orð um hvussu vit valdu búmerki.

Hví skifta vit búmerki?

Hetta er kanska ein spurningur sum summi av tykkum sita við.

Jú, tað var soleiðis, at heimasíðan hjá kommununi er við at verða so gomul og er trupul at umsita og ambata. Tosað varð við teldufyritøkur, sum kunnu gera nýggja heimasíðu til Sjóvar kommunu. Heimasíður verða, sum oftast, bygdar upp rundan um búmerki, tað vil siga, at snið, litir og annað í búmerkinum gongur aftur í sniðinum á heimasíðuni.

Tí fóru vit at hyggja eftir okkara skjótt gamla búmerki. Gamla búmerki var ongantíð digtaliserað, men hetta kundu vit sagtans havt gjørt, uttan at skifta búmerki. Men, vit sum sita í bygdarráðnum hildu tó, at nú var tíð at skifta búmerki.

Samtykt var á kommunustýrisfundi 30. apríl 2018 at skriva út búmerkjakapping, og avgjørt varð, at vinnarin skuldi fáa kr. 20.000,- .

Hví so nógvar pengar?

Jú, mett var, at um vit góðu eina rímiliga upphædd til vinnaran, vildu teir, sum komu við uppskotum verða faklærd og ófaklærd og vildu uppskotini tí fáa eina góða góðsku.

Kappingin bleiv skrivað út síðst í juni og síðsta freist at lata uppskot inn var 1. september.

Og eg má siga, at tað eydnaðist sera væl, tí tað komu 59 væl skikkaði uppskot inn.

Avgjørt var frá byrjan av, at Trivnaðarnevndin skuldi hava leiklutin sum dómsnevnd, og velja 3-5 uppskot til at leggja framm fyri bygdaráði, sum so skuldi taka støðu.

So skuldi veljast burturúr. Vit fóru so í gongd - Anfinn, Jákup og eg.

Tað fyrsta, sum vit gjørdu, var at hyggja eftir búmerkjunum og lesa allar grundgevingarnar. Við virðing fyri øllum uppskotunum, valdu vit at brúka nógva tíð uppá hvørt einkult búmerki og tók hetta tí fleiri kvøld.

Inn vóru komin nógv sera góð uppskot. Fleiri teirra tóku støði í sjónum og landafrøðini í økinum, tað at tað eru 5 bygdir. Onkur høvdu eisini neyst og hús sum grundarlag, meðan onnur brúktu ymisk súmbol, t.d. rósuna, sólina og veðrin.

Vit høvdu frá byrja tosa um at leita okkum ráðgeving frá fakfólki, soleiðis at vit komu at velja tað besta uppskotið. Vit spurdu okkum tí fyri ymsastaðni og endaliga valið fall á Páll Isholm, rektara á Miðnám á Kambsdali. Hann hevur tí verði við í tilgongdini at velja eitt nýtt búmerki, tó bert sum ráðgevi. Hansara vinkul var og eg siteri ???Hvat er eitt búmerki, hvat skal eitt búmerki og hvussu skal eitt búmerki brúkast???.

Vit høvdu ein fund saman við Pálli, og so fekk hann øll búmerkini skannaði, við grundgevingunum, soleiðis at hann kundi fyrireika eina framløgu fyri okkum.

Í hesum tíðarskeiðnum lógu øll uppskotini frammi í bygdaráðssalinum, soleiðis at allir kommunustýrislimirnir høvdu møguleikan at síggja øll búmerkini og lesa allar grundgevingarnar.

Tríggjar vikur seinni møttust vit aftur. Tá høvdu vit í dómsnevndini avgjørt, at alt bygdaráðið skuldi vera við til framløguna hjá Páll Isholm og at velja nýtt búmerki.

Páll hevði ein framløgu fyri bygdaráðnum, har hann tosaði um búmerkir generelt.

Hvat er eitt gott búmerki?

-Umboðandi ??? skal innihalda tey virði, man vil standa fyri

-Serstakt ??? skal kennast aftur millum onnur búmerki

-Brúkiligt og vakurt ??? litir, skap, motiv og samanseting

Til seinast hevði hann valt nøkur búmerkir út, sum hann helt vóru nýtilig búmerkir til Sjóvar kommunu.

Páll fór so av fundinum og bygdaráðið setti seg saman at tosa um búmerkini.

Aftaná nógv prát aftur og fram avgjørdu vit, at hvør bygdaráðslimur skuldi velja 3-5 uppskot til nýtt búmerki. Tá øll høvdu valt, var eitt búmerki, sum gekk aftur hjá øllum bygdaráðslimunum, enntá sum nr. 1 hjá øllum

So hendan avgerðin er heilt suveren frá kommunustýrinum, og eru vit øll so samd um, at hetta skal verða okkara búmerki.



Niðurstøðan til valda búmerki

59 uppskot komu til búmerkjakappingina hjá Sjóvar kommunu. Eitt samt bygdaráð hevur avgjørt at kjósa vinnandi uppskotið, útfrá hesum grundgevingum:


Búmerkið

Nýggja búmerkið hevur íblástur frá býlinginum við Sjógv, ið kommunan ber navnið á. Býlingurin er sera eyðsýndur hjá øllum, ið ferðast til og frá kommununi og ímyndar ein fjálgan og virknan føroyskan býling.

Búmerkið er snøgt og einfalt. Í forgrundini vatn og bátur, sum ímynd av vinnuvegi og sjólívi og í bakgrundini fjallið, sum verjir yvir búøkið. Búmerkið kann nýtast til øll endamál, í fleiri ymiskum sniðum.

Búmerkið lýsir eitt tað eyðkendasta staðið í Sjóvar kommunu, sum øll, ið hava verið har, leggja til merkis, og sum er eins og nalvin í býlinginum við Sjógv, og tí eisini í Sjóvar kommunu. Hetta staðið er húsini, neystini og kirkjan, beint við ta rundu víkina, og umboðar hetta bústaðir, mentan og vinnu á sjógvi og land í breiðum týdningi.

Merkið inniheldur bæði land, fjøru og sjógv. Hvíta økið ímillum sjógvin og landið er fjøran.

Sum ein verndarskuggi aftan fyri húsini, síggja vit Strandafjall. Tað hevur ein eyðkendan hamara ovast, sum ber boð um, hvar vit eru stødd. Strandafjall er sum ein karmur, ið fevnir um kommununa. Tí er fjallið latið koma niður um húsini, bæði í vinstru og høgru síðu.

Orðið Sjóvar ber boð um sjógv og fjøru. Tí er niðara helvtin av búmerkinum sjógvur. Í sjónum sæst ein siðbundin føroyskur træbátur. Bátur ger sjógvin til vinnuveg.

Bygdin Strendur, býlingurin við Sjógv, og Selatrað eru elstu búsetingar í oynni og hava ríka søgu. Tí er passandi at búmerkið ber boð um tess søgu og djúpu røtur, og um, hvar man er komin frá og hvat tað er, sum hetta samfelag stendur á.

Í búmerkinum eru húsini teknað soleiðis, at tey kunnu umboða bæði hús, neyst og løður. Tey kunnu eisini umboða handil. Soleiðis umboða tey bæði býli, útróður, vinnu á landi og sjóvinnu. Kirkjan umboðar kristnu trúnna, sum hevur verið mønin í okkara samfelagi í yvir túsund ár, so sjálvandi eigur hon uppiborið sítt pláss í búmerkinum.

Búmerkið lýsir lív á landi og sjógvi í síni heild. Tað ber boð um hugna, trygt umhvørvi, góðar bústaðarmøguleikar, ríka søgu, djúpa mentan, og vinnu á sjógvi og landi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder