2013-12-19 21:57
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Veðrið í morgun spældi okkum eitt puss, og tí eru broytingar í jólahaldi skúlans.
Tá ið yngru børnini høvdu verið til sjónleik í morgun, brast á við stormi. Afturat hesum, fór streymurin. Tískil var avgjørt at avlýsa sýningina fyri eldru børnunum (5.-9. flokk). Henda sýning verður ístaðin eftir kirkjugongdina í morgin. Kirkjugongdin verður kl.09:00 í Sandavágs kirkju. Sýningin fyri foreldrum og øðrum, verður í kvøld klokkan 19:00.
Skúlin á Giljanesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald