Tað kom óvart á okkum, sum hjá so nógvum øðrum, tá ið vit frættu, at leiðandi yvirlæknin á
Psykiatriska Deplinum, Tórmóður Stórá hevði tikið umsókn sína, til egið starv, aftur. Starvið sum
hann hevur røkt seinastu 8 árini.
Sinnisbati hevur ikki innlit í sjálvt málið, og hvørjar niðurstøður sjúkrahúsleiðslan hevur gjørt sær..
Men vit skilja væl, at Tormóður Stórá, umhugsar sína støðu. At lýsa eitt starv leyst at søkja einaferð
enn, er eftir okkara tykki ein ábending um, at leiðslan metur, at umsøkjarin ikki er tann best
skikkaði? So kann ein vísa til siðvenjur, princip og aðrar subtilar grundgevingar, sum ein vil ??? hesar
grundgevingar frá sjúkrahúsleiðsluni eru torførar at skilja, og skilja vit væl hesa útsøgn:
???Tórmóður Stórá sigur, at hann er ørkymlaður, sum støðan er. Kann tað hugsast, at leiðslan vil
hava ein annan profil í leiðarastarvið, er ein spurningur, hann hevur sett sær sjálvum???
Hvat er tað sjúkrahúsleiðslan væntar at fáa burturúr at lýsa starvið leyst enn einaferð, meira enn at
???handhevja??? eitt princip? Slík principavgerð kann koma at kosta okkum nógv meira enn vit kunnu ímynda
okkum. Hvat nú um Tormóður Stórá tekur avleiðingarnar av, at misálit er víst honum? Hvat um eingin søkir
fasta starvið sum leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum? Føroyskir psykiatarar, sum kenna mentan
okkara, og sum eru skikkaðir til leiðandi yvirlæknastørv og depilsleiðslu, hanga ikki á trøðunum og vit eiga
at vera eymjúk her í útjaðaranum av Europa. Fakfólk sum Tormóður Stórá, og læknar serliga, er ein rættuliga
mobil arbeiðskraft ??? Tormóður Stórá kann vera Psykiatriska Depilin fyri uttan! Men kann Psykiatriski
Depilin vera leiðandi psykiataran fyri uttan?
Psykiatriski Depilin hevur verið og er í bygnaðarbroytingum, har endamálið er at nútímansgera psykiatriina í
Føroyum. Hetta hevur eydnast, tó er enn eitt sindur eftir á mál. Psykiatriski Depilin (starvsfólk, borgarin og
avvarandi) eru við at finna seg til rættis í nýggja haminum og høpinum. Um tað er nakað sum Psykiatrski
Depilin IKKI hevur brúk fyri beint nú, so er tað ikki at hava eina leiðslu. Broytingarleiðsla er altíð ein
avbjóðing bæði fyri leiðslu og tann ið ein leiðir.
Síðani nevnda fráboðan var almanna kunngjørd, hevur verið boðað Sinnisbata frá, at borgarin, ið
hevur tørv á røkt og viðgerð hiðani, er rættuliga ótryggur. Fleiri dømi eru um at hesi ringja og spyrja
hvat nú við okkum? Onkur ferð enntá so vítt, sum at spyrja: ???Skulu vit nú til Danmark aftur til
viðgerð???? Hetta er ein óneyðug ørkymlan at útseta borgarar fyri, sum frammanundan hava tað svárt. Sinnisbati vil heita so inniliga á allar partar um at endurskoða støðuna og finna eina virðiliga loysn,
sum hevur fokus á borgaran, ið hevur tørv á ???stabilum??? viðurskiftum á Psykiatriska Deplinum -
borgarin ið hevur tørv á viðgerð er tilverugrundarlag Sjúkrahús- og Heilsuverksins.
Vegna Sinnisbata
Súsanna Olsen, forkvinna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald