Ítróttur

Silvur til Torkil Veyhe

...

2014-06-16 18:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

TSF: Torkil Veyhe var aftur hetta vikuskitið í "eldinum", og hesa ferð bleiv tað til næst flottasta metallið. Torkil Veyhe kappaðist leygardagin og í einari harðari og spennandi kapping, eydnaðist tað Torkil at koma á mál sum næstur maður, har tað bleiv kempað til síðsta sekund um sigurin. Vinnarin, Mads Hardahl, og Torkil komu á mál samstundis, og leyst var til triðja mannin, ið gjørdist Jimmi Purkær.

Hetta er allarhelst besta úrslitið hjá einum føroyskum súkklara í bestu donsku deildini, A bólkinum. Tríggir eru teir, ið hava roynt hetta, og eru teir Rógvi Johansen, Bogi Kristiansen, og nú Torkil Veyhe.

Torkil og vinnarin brúktu 3 tímar og 53 sekund um teir 127 kilometrarnar. Hetta gevur eina meðalferð uppá 42,1 km/t.

Torkil hevur seinastu tíðina brúkt nógva tíð til eksamiu o.a. og tí hevur tað meira verið á skúlabonki, heldur enn á súkkluni hann hevur sitið seinastu nógvu vikurnar, men formurin er á veg upp aftur, og úrslitið leygardagin er heilt vist eitt tekin um tað.

??rslitið frá kappingini kann síggjast her:


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder