Vinna

Sildaskipini sigla øll inn

...

2013-11-11 02:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sildaskipini, sum tey flestu fóru avstað í gjár, sigla øll inn, tí veðrið øtlaði so nógv í kvøld. Skipini royndu á uml. 63N og 4V.

Fagraberg hevur 700 tons, teir skulu landa í Kollafirði, teir verða á Kollafirði mitt í nátt.

Jupiter fór út í nátt, teir hava havt eitt tov og hava 750 tons, teir skulu landa á Tvøroyri, væntandi verða teir á Tvøroyri tíðliga í morgin.

Norðborg, Christian í Grótinum og Finnur Fríði sigla eisini inn, hvat tey hava vita vit ikki í løtuni.

Sí eisini: >>Næraberg landar í Klaksvík<<

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder