Vinna

Sildakvotan økist við 28.000 tonsum

...

2020-10-23 19:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

KVF skrivar:Føroyska sildakvotan verður 24 prosent størri næsta ár enn hon er í ár.

Strandarlondini samdust í gjár um at gera eftir tilmælinum frá ICES, sum er 24 prosent størri enn fyri 2020.

Norðhavssildakvotan verður sløk 28.000 tons størri næsta ár. Hon fer upp í 143.000 tons.

Eisini semja um svartkjaftin

Fyrradagin blivu londini samd um svartkjaftin. Har er kvotan minkað 20 prosent og verður góð 330.000 tons næsta ár.

ICES mælir til at minka heildarveiðuna eftir svartkjafti 20 prosent.

Í næstu viku fara strandarlondini at samráðast um makrelin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder