Vinna

Sild og makrelur til ES

...

2013-08-15 14:53 Author image
placeholder

 ES fyrireiðkar í hesum døgum handilstiltøk móti Føroyum í samband við ósemjuna um kvotabýti av makreli og sild.

Tað sum hevur verði frammi er, at ætlanin er at seta forboð móti innflutningi av makreli og sild úr Føroyum. ??tlanin er eisini at forða fyri at føroysk skip kunnu nýta ES havnir sum upp- og umskipingarstað fyri útflutningi av hesum fiskasløgum til lond uttanfyri ES.

Hyggja vit at útflutninginum seinastu árini fer umleið helvtin av makrelinum til ES, meðan ein góður triðingur av sildini fer til ES-lond.

Av tí sum fer til lond uttanfyri ES, fer minni parturin umvegis ES-havnir. Av sildini er tað næstan onki, meðan 20% av makrelinum, sum fór til lond uttanfyri ES í 2012, fór umvegis eina ES-havn.

Av tí at stórsti parturin av útflutninginum av sild og serliga makreli er í seinna hálvári, kann tað verða eitt sindur misvísandi at taka tølini higartil í ár (jan-mai) við í samanberingina. Tí vísir uppgerðin heilárstøl til og við 2012, tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder