
Á ársveitsluni hjá 07 Vestur í gjár tók ein kensluborðin Silas Eyðsteinsson orðið.
21-ára gamli málverjin úr Sandavági takkaði fyri tíðina í felagnum fyri fyrst. Tí komandi kappingarár verður hann at síggja í Betri-deildini. Silas og AB hava skrivað undir sáttmála fyri komandi kappingarár. Silas vónaði tó at hann kundi blíva partur av hópinum hjá 07 Vestur aftur seinni.
Silas hevur bert leikt fyri 07 Vestur, og hevur Silas 27 dystir í Betri-deildini fyri felagið.
Vit hava spurt Silas hví hann skiftir til AB:
- Eg havi valt at skift felag, ta?? kemur fyrst og fremst av, at AB spæla í betri-deildini, og at eg helt tí??in var komin at prøva okkurt nýtt, eftir eitt heldur miseydna kappingar ár í 07Vestur - bæ??i so og so. Eg føli at AB er eitt gott felag at menna seg í, eg havi havt eitt prát vi?? bæ??i forskvinnuna og venjarin, út frá tí, sum eg havi sagt frammundan, tók eg stigið - fyri at menna meg sum leikari og persón, sigur Silas.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald