Hann er glóðheitur og fer eisini at brenna á SF
Ein hin mest virkni tónleikarin í Føroyum í løtuni er Signar í Homrum. Hann hoyrist í tiltøkum hvørt vikuskifti, bæði heima- og uttanlands. Ein so heit glóð má eisini sleppa á størsta tónleikatiltakið í Føroyum, og tað sleppur hann.
Ein av teimum heilt stóru konsertunum, sum nakrantíð hava verið á Summar Festivalinum, var
konsertin hjá Signari í Homrum og hansara monnum í Flagstjaldinum í fjør. Á onkran hátt gekk løtan upp í eina hægri eind og ein óvanligan stemning millum tónleikarar, tónleik og áhoyrarar.
Hóast Signar við bólki hevur úr at gera, kemur at hann á Summar Festivalin í ár. Signar í Homrum rakar eftir hondini ein breiðan skara. Tað eru ikki bert miðaldrandi og eldri annars, ið vísa Signari ans. Føroyski ungdómurin hevur eisini tikið hann til sín.
Men tað eru ikki bert føroyingar, ið hava tikið hann til sín. Av og á spælir Signar í Homrum síni eyðkendu føroysku løg á pubb í Keypmannahavn.
Í gjøgnum tónleikin megnar Signar evna djúpar kenslur fram í menniskjanum. Hann er mentur at nema við kærleikans mátt, sum hann so væl syngur og orðar í lagnum ???Kærleikans Mátt???.
Um ein góðan mánaða verður hann at hoyra á Summar Festivalinum 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald