2013-11-17 19:28
Portal.fo: ??ll manningin varð bjargað í øllum góðum tá trolarin Gullberg sakk á feltinum norðanfyri tíðliga á morgni 31. juli í ár. Eitt stórt rør í maskinrúminum brast, og lekin var so stórur, at einki var at gera, skrivaði jn.fo tann morgunin.
Gullberg partrolaði við Sjagakletti, og manningin varð bjargað av Sjagakletti.
Veðrið var gott og nógv skip vóru á feltinum.
Janus Nolsøefekk eina myndaupptøku frá einum russiskum sjómanni, sum var beint við tá hendingin fór fram. Brotið vísur alla gongdina frá Gullberg legst á síðuna og til hann hvørvur í djúpinum.
Sí her:http://aktuelt.fo/grein/sjonband_visir_ta_gullberg_sakk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald