Sig frá ??? í kvøld í Suðuroy!
Í kvøld, týskvøldið 1. apríl, verður almennur, kunnandifundur um harðskap í Skúladeplinum í Suðuroy.
Hetta er seinasta tiltakið í røðini av almennum fundum, sumAlmannamálaráðið hevur skipað fyri at kunna um arbeiðið at steðga harðskapi ífamiljum. Á skránni eru ymiskir fyrilestrar, sum á einhvønn hátt viðgera hettaevnið.
Ferðast hevur verið um alt landið, bæði í fjør og í ár, ogundirtøkan hevur verið góð ??? rættiliga nógv fólk hava verið á fundunum og havaeisini givið sítt íkast við viðkomandi spurningum og kjaki.
Á fundinum í Suðuroy í kvøld fer Sirið Stenberg,heilsuførðingur at greiða frá um børn og harðskap. Súsanna Nordendal,løgfrøðingur í Almannamálaráðnum, tosar um fráboðanarskylduna, sum vit øllhava, um vit gerast stúrin um eitt barn. Og Mariann Reinert, SSP-politistur,sigur frá sínum arbeiði. Hon vitjar regluliga allar 9. flokkarnar í miðstaðarøkinum,og prátar við tey um harðskap.
At enda eru stundir til spurningar og kjak, og hetta høviðhevur fundarfólkið eisini nýtt:
-Fólk eru íðin at koma við spurningum og við sínum íkastitil kjak, og tað er sera hugaligt, sigur Elin Winther Poulsen, samskipari.
Kunnandi fundirnir eru partur av arbeiðinum viðHeildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum.
-Eitt tað týdningarmesta í arbeiðinum at basa harðskapi ífamiljum, er júst at kunna og upplýsa, heldur samskiparin, sum tí vónar, atfólk møta fjølment til tiltøkini.
Fundurin í Suðuroy í kvøld verður í Skúladeplinum oghann byrjar klokkan 19.30.
Hesin fundur er samstundis hin seinasti á hesum sinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald