JN

Sig frá ??? í kvøld í Leirvík

...

2014-03-04 18:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í kvøld, týskvøldið 4. mars, verður almennur, kunnandi fundur um harðskap í Skúlanum í Leirvík.

Aftur í ár skipar Almannamálaráðið fyri almennum fundum at kunna um arbeiðið at steðga harðskapi í familjum. Á skránni eru ymiskir fyrilestrar, sum á einhvønn hátt viðgera hetta evnið.

Higartil hava fundir verið í Fuglafirði, á Eiði og í Vestmanna, og í kvøld verður farið til Leirvíkar. Undirtøkan hevur verið góð ??? rættiliga nógv fólk hava verið á fundunum og hava eisini givið sítt íkast við viðkomandi spurningum og kjaki.

Á fundunum greiðir sálarfrøðingur frá um børn og harðskap. Súsanna Nordendal, løgfrøðingur í Almannamálaráðnum, tosar um fráboðanarskylduna, sum vit øll hava, um vit gerast stúrin um eitt barn. Og Mariann Reinert, SSP-politistur, sigur frá sínum arbeiði. Hon vitjar regluliga allar 9. flokkarnar í miðstaðarøkinum, og prátar við tey um harðskap.

At enda eru stundir til spurningar og kjak, og hetta høvið hevur fundarfólkið eisini nýtt:

-Tað er hugaligt, tá fólk vísa áhuga, og tá kjakast verður um tey evni, sum eru á skránni, sigur Elin Winther Poulsen, samskipari.

Kunnandi fundirnir eru partur av arbeiðinum við Heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum.

-Eitt tað týdningarmesta í arbeiðinum at basa harðskapi í familjum, er júst at kunna og upplýsa, heldur samskiparin, sum tí vónar, at fólk møta fjølment til tiltøkini.

Fundurin í Leirvík verður í Miðhøllini í skúlanum, og byrjar klokkan 19.30.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder