Í kvøld, mikukvøldið 19. februar, verður almennur, kunnandi fundur um harðskap í Skúlanum á Eiði.
Aftur í ár skipar Almannamálaráðið fyri almennum fundum at kunna um arbeiðið at steðga harðskapi í familjum. Á skránni eru ymiskir fyrilestrar, sum á einhvønn hátt viðgera evnið.
Komandi vikurnar verða fundir kring landið. Fyrsti fundurin var í seinastu viku, og hann var í Fuglafirði. Hesa vikuna verður vitjað á Eiði.
Á fundinum í Fuglafirði greiddi Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovu Føroya, frá um børn og harðskap. Súsanna Nordendal, løgfrøðingur í Almannamálaráðnum, tosaði um fráboðanarskylduna, sum vit øll hava, um vit gerast stúrin um eitt barn. Síðani greiddi Mariann Reinert, SSP-politistur, frá sínum arbeiði. Hon vitjar regluliga allar 9. flokkarnar í miðstaðarøkinum, og prátar við tey um harðskap.
At enda vóru stundir til spurningar og kjak, og hetta høvið nýttu fuglfirðingar eisini:
-Tað er hugaligt, tá fólk vísa áhuga, og tá kjakast verður um tey evni, sum eru á skránni, sigur Elin Winther Poulsen, samskipari.
Skráin fyri fundin á Eiði er tann sama, sum í Fuglafirði. Tó verður tað Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingur, sum hesa vikuna fer at tosa um sálarfrøðiliga partin.
Kunnandi fundirnir eru partur av arbeiðinum við Heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum.
-Eitt tað týdningarmesta í arbeiðinum at basa harðskapi í familjum, er júst at kunna og upplýsa, heldur samskiparin, sum tí vónar, at fólk møta fjølment til tiltøkini.
Fundurin á Eiði verður í Miðhøllini í skúlanum, og byrjar klokkan 19.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald