JN

Sig frá í Suðri útsett

...

2014-03-11 20:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tiltakið, sum skuldi vera í Skúladeplinum í Suðri í kvøld, týskvøldið 11. mars, er útsett til týskvøldið, 1. apríl.

Almannamálaráðið skipar fyri almennum fundum at kunna um arbeiðið at steðga harðskapi í familjum. Á skránni eru ymiskir fyrilestrar, sum á einhvønn hátt viðgera hetta evnið.

Higartil hava fundir verið í Fuglafirði, á Eiði, í Vestmanna, og í Leirvík. Undirtøkan hevur verið góð ??? rættiliga nógv fólk hava verið á fundunum og hava eisini givið sítt íkast við viðkomandi spurningum og kjaki.

Á fundunum verður greitt frá um børn og harðskap.

Súsanna Nordendal, løgfrøðingur í Almannamálaráðnum, tosar um fráboðanarskylduna, sum vit øll hava, um vit gerast stúrin um eitt barn. Og Mariann Reinert, SSP-politistur, sigur frá sínum arbeiði. Hon vitjar regluliga allar 9. flokkarnar í miðstaðarøkinum, og prátar við tey um harðskap.

At enda eru stundir til spurningar og kjak.

Týskvøldið 18. mars verður tiltakið í Norðdepli, og 1. apríl verður seinasta tiltakið á hesum sinni, og tað verður í Skúladeplinum í Suðri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder