Mentan

Serfrøðingur vitjar Krígssavnið

...

2014-08-19 04:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Umboð fyri Krígssavnið vóru á námsferð í Onglandi í fjør og komu tá í samband við fleiri

serfrøðingar við stórum kunnleika um Seinna heimsbardaga, serliga RAF, sum var í Føroyum í stórum

tali og m.a. gjørdi flogvøllin.

Ein av hesum serfrøðingum, Steve Lloyd,Group Captain RAF Retired, Deputy Head Air Historical Branch (RAF),
kemur nú at vitja Krígssavnið, og fer at greiða frá um bretsk RAF-verjumál við serligum atliti til virksemið

í SOR-bygninginnum, sum Krígssavnið fyrireikar at verða framtíðar Krígssavn.

Fyrilesturin verður týskvøldið 19. aug. kl. 19.30 í Gamla skúla í Sørvági.

Heitið á fyrilestrinum, sum er almennur, er:???The origins of the UK Air Defence System???

Fyrilesturin er almennur og ókeypis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder