2018-03-04 20:03
Annar spælarin í dag at leggjast afturat hópinum hjá 07 Vestur, er Nikola Krcmarevic, sum kemur úr næstbestu deildini í Svøríki til 07 Vestur, skrivar 07vestur.fo.
26-ára gamli verjuleikarin, sum eisini kann spæla verjukendur miðvallari, hevur seinasta árið spælt í Syrianska í Superettan, sum er næstbesta deildin í Svøríki. Áður hevur hann spælt í bestu deildini í Serbia og Rumenia, umframt í næstbestu deildini í Grikkalandi.
07 Vestur hava sum mál at staðfesta pláss sítt í bestu deildini hetta komandi kappingarárið, og leitað hevur verið eftir leikarum at styrkja hópin hjá Paula Poulsen. Við tilgongdini í dag av Kyrylo Silich og Nikola Krcmarevic, eru vónirnar betri um framgongd í mun til í fjør, tá liðið endaði á 9. plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald