JN

Sera sjáldsamur firvaldur funnin í Sørvági

...

2019-08-07 06:57 Author image
Rodmund á Kelduni
placeholder

Tann 29.07.2019 var Allan Pauli Vilhelmsen Gaard sum býr í Sandavági, farin til Sørvágs í hoyna, tá í rigga var av fyri dagin, fann Allan Pauli ein firvald sum hann ikki kendist við og einki undur í at hann ikki kendist við hendan firvaldin, talan var nevnliga um en sera sjáldsaman firvald sum kallast Timandraspannari (Timandra comae) á Føroyskum, Timandraspannari er nevnliga bert sæddur fýra ferðir áður í Føroyum, og bert á Streymoynni og á Kunoynni.

Hettar er sostatt fimmtu ferð at Timandraspannari er sæddur í Føroyum og fyrstu ferð á Vágoynni.
Timandraspannari (Timandra comae)er í Europa, í meðan eitt annað sera líkt slag (Timandra griseata)er eystanfyri og grensar upp at eitt nú Finlandi og Estonia, sløgini eru so meinlík at tey bert kunnu kennast at við at taka DNA roynd.
Hvørt teir firvaldarnir av hesum slag sum eru funnir í Føroyum eru av vestara T.comae ella eystara T.griseata er ikki greitt, men teir eru skrásettir at verða teir vestaru T.comae, hettar uttan at DNA royndir eru tiknar, helst tí at tað hevur verði ósemja um hvørt talan verðuliga hevur verði um tvey sløg, men tær nýggjastu kanningarnar sum eisni umfata DNA royndir vísa til, at talan er um tvey ymisk men sera meinlík firvalda sløg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder