2021-05-11 16:27

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkarannahava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2020, og vóru partarnir á fyrstasamráðingarfundi hin 26.11.2020. Síðan tá hava partarnir verið á 4 fundum, til partarnir hin28.04.2021 samdust um at boðsenda semingsstovninum.
Semingsstovnurin legði í dag semingsuppskot fram, ið báðir partar tóku undir við.
Semjan er fyri tíðarskeiðið 01.10.2020 ??? 31.12.2022. Lønarhækkanin er á sama støði sumsemjan millum handverkarafeløgini og Fíggjarmálaráðið.
Tórshavn, 11.05.2021
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald