Semingsuppskotið millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagiðvrakað
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tók undir við semingsuppskotinum, ið var lagt fyri partarnar um20.00 tíðina í gjárkvøldið.
Lønarhækkanin í semingsuppskotinum var á støði við tað, ið onnur feløg hava fingið. Talan var umlønarhækkan, sum hevði komið øllum limum tilgóðar, harímillum námsfrøðingum, hjálparfólkum,námsfrøðiligum atstøðingum o.ø.
Arbeitt var við at orða protokollat viðv. § 10 í sáttmálanum um tíð til annað arbeiðið. ??tlanin viðprotokollatinum var at kanna, um sáttmálaásetingin skapar hóskandi karmar hjá leiðarum ádagstovnaøkinum at skipa tilrættisleggingina og eftirmetingina av pedagogiska arbeiðinum.
Somuleiðis var serligur dentur lagdur á at skapa tryggari setanarviðurskifti fyri hjálparfólk ádagstovnaøkinum til tess at økja um trivnaðin og stabilitetin á økinum.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur sostatt strekt seg langt fyri at fáa semju partanna millum,soleiðis at sleppast skuldi undan sáttmálaloysi og møguligum hóttanum um stríðsstig.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið 21. mai 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald