JN

Sekunduni, sum broyttu heimin

...

2013-11-22 22:14 Author image
placeholder

Kennedy fyri 50 árum síðan.

Sekunduni, sum broyttu heimin!

Í dag eru 50 ár síðani J.F.Kennedy Forseti varð myrdur í Dallas. Tilburðurin er framvegis ein gáta, og eitt vælkomið beiti hjá mongum journalisti at grava í ??? væl gagnist teimum!

Flest fólk minnast hvar tey vóru, tá tey hoyrdu skakandi tíðindini, at Kennedy var skotin. Eg minnist væl hvar eg var staddur. Eg var 13 ára gamal og sæt á fremsta bonki til samfelagsmøtini í Ebenezer, sum tá vórðu hildin í Saltsøluni á Vestaru vág. Saltsølan var fullsett. Tað var Jákup Olsen (Jakku í Søldafirði) sum var fyrsti talari, og tað fyrsta hann segði var, at hann hevði hoyrt hjá Norrmanninum, at Kennedy var skotin.

Hetta fór sum ein skelkur um alla samkomuna, og kom at seta sítt preg á tað, sum talað varð tað kvøldið - Ein áminning um hvussu skjótt tað er at verða ryktur burtur!

Tað kundi verið áhugavert at hoyrt frá eldra ættarliðinum hvar ein var staddur, tá tíðindini hoyrdust.

Amerikanarar gera nógv burtur úr degnum. Um tú hyggur inn á www.vg.no so er nógv at síggja har.

(Á myndin síggja vit Kennedy, beint áðrenn hann varð skotin í Dallas.

Vakra kona hansara, Jacquline, undir vinstru lið.

Hon var um hann til tað seinasta!)

Poul Jóhan Djurhuus

Glyvrar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder