Týskvøldið7. januar var stórur almennur fundur hildin í GR??GVUNI í Lamba. Tað var HildaViderø, sum hevði tikið stig til fundin, og tað var fullsett.
Honbjóðaði til fundar vegna felagsskapinÁSÁ, sum stendur fyri ???Árin av SeksuellumÁgangi.??? Felagskapurin er stovnaður í 2009 við tí endamáli at kunna um hvat taðger við børn, tá tey verða útsett fyri seksuellum ágangi.
Hildaer ein eldsál innanfyri hetta málsøkið, sum má sigast at vera eitt ógvuligaheitt evni í dagsins Føroyum. Tað varð upplýst á fundinum, at hóast eingialmenn hagtøl eru tøk, so kann man við rímiligari vissu siga, at onkustaðnimillum 10-20 % eru offur fyri seksuellum ágangi ??? eitt tal, sum rópar um hjálp!og hjálp er nevniliga tað, sum Hilda og onnur við henni vildu við fundinumtýskvøldi.
Hildahevði áhugaverdan fyrilestur um evni, og legði upp til spurningar og tjak, ogtað varð væl tikið undir við øllum, sum varð ført fram. Spurningar ogviðmerkingar ruku um høvdini á fundarluttakarunum, sum eisini fingu høvið tilein drekkasteðg, har evni varð víðari viðgjørt mann til mann. Tjakið var bæðilivandi og sakligt, og varpaði enn meiri ljós á málið, enn sjálvurfyrilesturin.
Tungir fundarluttakarar
Áfundinum vóru fleiri prestar, samkomuleiðarar, bíbliulærarar, prædikumenn,summarleguleiðarar, stovnsleiðarar og onnur, so tað er skilligt, at tað vareitt tungt klientel, sum Hilda helt fyilestur fyri. Tað fekk hon eisini atroyna, tá fleiri av hesum settu spurningar og komu við viðmerkingum ogískoytum. Men Hilda, sum hevur virkað á feltinum síðani 1993, dugdi væl atsvara og leggja fram.
Hagtøl
Onkurstovnsleiðari kom inn á, at tað eru eingi almenn hagtøl í Føroyum viðvíkjandi seksuellum ágangi á børn,og at hetta er sera óheppi: ???Tað er serakostnaðarmikið at útvega kvalifiseraði hagtøl um hesi viðurskifti, men tað ertað almenna, sum má játta pening til slíkt kanningararbeiði.???
Fyribyrging
Eisinivarð upplýst á fundinum, at støð sum Zarepta, Nesvík og samkoman Lívdin havagjørt vegleiðingar viðvíkjandi fyribyrging av seksuellum ágangi á teirra øki; ???men hesar vegleiðingar hjálpa lítið, um tærverða lagdar niður í eina skuffiu,??? segði onkur.
Viðgerð
Eisinivarð upplýst til samanberingar, at alkoholikarar fáa ókeypis viðgerð, meðantann seksuelt skaddi ikki kann fáa ókeypis viðgerð, ???men verður viðkomandi alkoholikari, sum úrslit av seksuella áganginum,so fær hann/hon ókeypis viðgerð, og tað vísir seg í mongum førum, at slík oftagerast alkoholikarar.???
Ífyrilestrinum fingu luttakarnir eisini at hoyra, at ein út av tíggju krenkarumeru kvinnur, og at krenkarin dugir ikki at síggja, at tað er skeivt, sum hannger.
Seint uppdaga
Hildatók sum dømi eina ferðsluvanlukku, har persónur er fyri stórum persónligumløstum. Eina slíka vanlukku síggja og vita øll um við tað sama, og man færtikið hond um tann seka og tann skadda beinanvegin. Men soleiðis er tað ikki,tá krenkarin fremur ágang á barnið. Vanlukkan hendir í einum lukkaðum rúmi, hareinans krenkarin og barnið eru til staðar. Eingin sær, eingin hoyrir og einginboðar frá, og vanlukkan verður ikki steðgað, men endurtekur seg aftur og aftur.
Betri kunning
Ímótiendanum av fundinum varð skotið upp, at tað varð gjørt munandi meiri við atgeva fólkinum í samkomunum eina kvalifiseraða kunning um tær víttfevandifylgjurnar, bæði fyri ofrið, krenkaran og familjurnar hjá báðum, sum standastav seksuellum ágangi á børn.
Fólkiðfór av fundinum við tí í skjáttini, at vit mugu gerast betur til at síggja,hoyra og boða frá!
Poul Jóhan Djurhuus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald