V??RN: Fríggjadagin 2. juli var fráfaringarhald á Tórshavn Radio fyri Poul J. Vitalis, sum fór frá vegna aldur.
Poul J. hevur starvast á Tórshavn Radio síðan 1978. Poul J. var meira enn 40 ár á sama arbeiðsplássi, og tøkniliga er nógv broytt hesi seinastu 40 árini.
Tá Poul J. byrjaði starvaðust eini 16 telegrafistar á Tórshavn Radio og einar 55.000 til 60.000 samtalur vórðu avgreiddar um árið, so tað var ovmikið at takast við. Men sum tøknin mentist bleiv minni og minni tørvur á skipssamtalum, og fyri fáum árum síðani gavst Tórshavn Radio at avgreiða skipssamtalur, skrivar Vørn.
Tøkniliga ber tað tó framvegis til. Tað verður sjálvdan nýtt, men av og á í samband við trygd kemur tað fyri, at lækni á landi verður umstillaður til eitt skip.
Telegrafistútbúgvingin er langt síðani farin í søguna, og í dag eru tað bara fólk við skipsføraraútbúgving, sum arbeiða á MRCC og Tórshavn Radio, skrivar Vørn.
??? Poul J. er ein undirhaldari av Guðs náði. Tá, ið veitslur hava verið á skránni, er hann altíð klárur við eini yrking, og tær eru sanniliga góðar og skemtiligar. Og gittarin er altíð við. Vit vóna at hann eisini framyvir verður tøkur við eini góðari yrking og gittaranum. Vit takka Poul J. fyri hesi mongu árini og ynskja honum eina góða pensionistatilveru
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald