JN

Sáttmáli um Viðareiðisfarleið undirskrivaður

...

2014-02-21 05:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 FERÐSLA: Nú er skjótt klárt at fara undir nýggju farleiðina til Viðareiðis, ið fevnir um bæði tunnil og vegagerð. Í gjárkvøldið var hátíðarhald í skúlanum á Viðareiði, har stjórin á Landsverki í eini framløgu vísti, hvussu verkætlanin er sett saman, og hvussu hon verður gjørd. Eisini skrivaðu Landsverk og Samtakið Articon, ið átti lægsta boð, undir arbeiðstakarasáttmála


Verkætlanin viðvíkjandi nógv umrødda tunlinum til Viðareiðis við tilhoyrandi vegagerð, er nú komin so væl áleiðis, at sáttmáli er undirskrivaður. 

Hetta hendi mikukvøldið, tá ið stjórin á Landsverki, sum er byggiharri fyri verkætlanini, og Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, skrivaðu undir arbeiðstakarasáttmála um gerð av tunli og tilkoyringarvegum. Eisini var Jørgen Niclasen, landsstýrismaður á økinum, hjástaddur og helt røðu undir hátíðarløtuni á Viðareiði.

Fimm fyritøkur og samtøk bjóðaðu seg fram til at gera arbeiðið. Lægsta boðið átti samtakið millum Articon og norska LNS, hvørs lægra boð var 174,9 mió. kr. Hinar fyritøkurnar, sum bjóðaðu, vóru íslendska Ístak, MT Højgaard Føroyar og J&K Petersen.

Samtakið Articon fekk arbeiðið, og síðani tá eru sparingar gjørdar, soleiðis at verkætlanin lýkur fíggjarkarmin í verklagslógini á 162 mió. krónur.

Um verkætlanina verður sagt, at endamálið er at tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis. Á verandi farleið eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður. 

Verkætlanin fevnir um ein 1.939 metrar langan tvíbreytaðan tunnil úr Hvannasundi til Undir Fossinum Inni í Dølum. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur til tunnilsmunnan gjørdur, eins og nýggjur vegur frá Middali til og við Skúvadalsleiti, haðani verandi vegur (1.400 m) verður breiðkaður inn til Viðareiðis. 

Seinastu ferðslutølini, sum eru frá 2012, vísa, at tað koyrdu 432 akfør um samdøgrið eftir Viðareiðisvegnum. Í 2024 er ferðslan mett at vera komin upp í 510 bilar. 

Samlaði fíggjarkarmurin hjá Løgtinginum fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis er 162 mió. krónur. Arbeiðið byrjar í næstum, og sett verður fyrst á at bora Hvannasundsmegin. Tilfarið úr tunlinum verður brúkt til tilkoyringarvegirnar, og møguligt avlop verður lagt í grótbrotið Viðareiðismegin til møguligar ætlanir hjá kommununi. 

Farið verður væntandi undir fyrireikingararbeiðið í mai, og nýggja Viðareiðisfarleiðin skal eftir ætlan takast í nýtslu um trý ár.

Framløgan hjá stjóranum á Landsverki, sum varð hildin á Viðareiði, kann heintast her:
Viðareiðistunnilin.pdf(1,91 MB) 

Um nakar ynskir at vita meira um hesa verkætlan, kann viðkomandi venda sær til kunningartænastuna á Landsverki, tlf. 290 805.



Umleið 200 fólk møttu til hátíðarhaldið á Viðareiði í gjárkvøldið.

Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, hevði eina framløgu um verkætlanina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder