Vinna

Sáttmálasamráðingarnar við handverkararnar byrjaðar

...

2014-09-22 22:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Partarnir handaðu krøv mikudagin í farnu viku.

Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hinumegin byrjaðu hin 17. september, tá partarnir handaðu hvørjum øðrum krøv teirra til ein nýggjan sáttmála.

Hóast komandi samráðingarfundir eru avtalaðir, so eru partarnir samdir um, at tað neyvan kemst á mál áðrenn 1. oktober, tá handverkarasáttmálin gongur út. Tí hava partarnir longt sáttmálan til 15. oktober.

Eins og í undanfarnu samráðingunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag skrivaðu partarnir á fyrsta fundinum undir avtalu um fráboðan í sambandi við arbeiðssteðg. Henda hevur við sær, at eitt møguligt verkfall ella verkbann skal fráboðast við í minsta lagi 48 tímum frammanundan.

Kelda: vinnuhusid.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder