Vinna

Sáttmálar úr gildi á miðnátt mánakvøldið

...

2013-09-27 18:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

KVF.fo skrivar:

Sáttmálarnir sum fara úr gildi eru við átta feløg, men samráðingar eru við flestu feløgini.

Á midnátt mánakvøldið fara sáttmálarnir millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og átta fakfeløg úr gildi. Nýggir sáttmálar eru ikki gjørdir enn, men samráðingar eru við flestu feløgini. Tey, sum hava sáttmála við landið til 1.oktober, eru pedagogar, lærarar, sjúkrarøktarfrøðingar, handverkarar, musikkskúlalærarar, arbeiðskvinnur, skipara- og navigatørar og maskinmeistarar. 14 fakfeløg hava sáttmála til 1.oktober í 2015, teirra millum tað størsta, Starvsmannafelagið. Lønardeildin sigur, at feløgini, sum nú samráðast, fáa ikki meira hetta til 1.oktober í 2015 enn hini feløgini hava fingið. Enn hevur eingin tosað um semingsfólk. Og eru nýggir sáttmálar ikki undirskrivaðir fyri midnátt 1.oktober, verður arbeitt eftir gomlu sáttmálunum til tað ber ella brestir í samráðingunum. Seming fer ikki at kosta pørtunum so nógv longur. Hon fer ikki at kosta nakað, tí nú er Semingstovnurin, sum er í fíggjarlógini, eisini fyri almenna arbeiðsmarknaðin. Lønardeildin hevur trý fólk at samráðast við fakfeløgini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder