Sára eitur brekka mín, hon er í ringum lag
Tá ið børn, vaksin, ommur og abbar úti á Bø og í Heygagerði skulu sær ein túr oman í sandavágsbygd, er tað ikki fyri sartar sálir.
Tað er ikki langt frá, at tey mugu koyra píkar undir skógvar og barnavogn. Og hóast tey gera tað, er stórur vandi fyri at snáva og fáa stóran skaða.
Sárubrekka má gerast alt fyri eitt. Tað skulu nakrir arbeiðstímar til og eitt sindur av køldum asfalti til. So ber til at gera eina ál oman gjøgnum brekkuna, sum er rímuliga trygg at ganga eftir. Eg ætli mær at júka um hetta hvønn mánað, til arbeiðið er gjørt.
Vit á Framtíðarlistanum leggja stóran dent á, at tað skal vera so trygt sum gjørligt at ferðast til gongu í kommununi. Nógv at tí, sum bøtast skal um, kostar nógv. Men her hava vit møguleika at bøta um nakað, sum ikki kostar nógv. Tað skal bara gerast.
Sára eitur brekka mín, hon er í ringum lag
Tí arbeiðið at bøta hana, er ikki liðugt í dag
Tey lyfti sum tá givin vóru uppundir síðsta val
Bert vóru sett at brúka teg og meg sum atkvøðutræl
Har børn og vaksin ganga titt, at koma oman á slætt
Tey vingla, koyggja, glíða nógv, tað kann ikki vera rætt
Tí má tað orðnast beinaveg, tá nýggj fólk koma inn
Og tað kann saktans vera listi F við yngra Finn.
Finnur Joen-Jacobsen, valevni til býráðið í Vága kommunu.
X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald