2014-01-20 17:27
6. til 8. mai verður Seafood Expo Global, sum er heimsins stórsta sølumessa innan sjógæti. Føroyskar fyritøkur hava luttikið á Seafood Expo Global fleiri ár á rað, og í ár verður eisini ein føroyskur landabásur í Brússel.
Vinnuhúsið samskipar føroyska landabásin, og í november 2013 varð søkt eftir veitara til sniðgeving, upptøku og niðurtøku av básinum.
Mikudagin 15. januar varð avtala gjørd og undirskrivað við Sansir. Sansir hevur tískil fingið ábyrgdina av sniðgeving og øðrum praktiskum tænastum á landabásinum, og tey koma at arbeiða í tættum samstarvi við Vinnuhúsið og luttakandi fyritøkurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald