JN

Sangurin rungaði umborð

...

2014-03-18 17:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Trúboðin.fo:

Sangurin rungaði umborð á Sjúrðarbergi, skrivar Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari úr Barentshavinum. Hann hevur sent eina heilsan við myndum:

Hósdagin 13. mars fór eg av Ennibergi umborð á Sjúrðarberg. Enniberg fekk vøru við Akrabergi, sum kom úr Føroyum, og tá vit kortini settu mobbátin úti fyri at fara eftir vøruni og Sjúrðarberg var nærindis, so tóku vit alt um eina leið, og teir sigldu meg yvir á Sjúrðarberg.

Harafturat, so tørvaði Sjúrðarbergi "bara" umleið 100 tons í fulla last, so skuldi eg vitja teir, so var lagaliga løtan komin.

Móttøkan var góð, og menninir vóru fegnir fyri at fáa "einglavitjan" mitt á túri í Barentshavinum.

Fríggjakvøldið 14. mars var møti umborð á Sjúrðarbergi.

Sangir sum "Sig mær tað gomlu søgu", "Sig, kennir tú tað vakra Jesunavnið" og "Í gjár, í dag, ja, alla tíð hin sami Jesus er" rungaðu.

Stýrimaðurin Rolvur byrjaði við bøn og eg hevði eitt orð úr frá Matt 16,13-17: Hvønn sigur tú Jesus vera?

Vit ásannaðu orð Jesusar: "Menniskjan livir ikki av breyði (fiski) eina"

Myndirnar sýna eitt hál á uml.12. tons, og menn sum syngja - av hjarta.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder