2014-08-22 19:25
Línuskipið Sandshavið landar í dag 180.000 pund í Grindavík í Íslandi, helmingurin er góður toskur og hin helmingurin er brosma.
Sandshavið hevur verið á royndarveiðu við Eystur-Grønland. Tað eru 14 mans við, skipari er Eyðvardur Petersen av Sandi.
Sandshavið fer nýggjan túr seint í kvøld ella í morgin, tá verður aftur farið til Eystur-Grønlands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald