Vinna

Sands kommuna lækkar skattaprosentið

...

2014-12-19 16:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sands kommuna hevur nú samtykt fíggjarætlanina fyri 2015

Skattaprosentið verður lækkað til 23%, og barnafrádrátturin verður framhaldandi av landsins hægstu, 6000 kr/barn.

Í fíggjarætlanini er hædd tikin fyri at foreldur skulu gjalda barnagarðsgjald 11 mánaðir, og at foreldur ongantíð koma at gjalda fyri fleiri enn 2 børn í ansingini.

Somuleiðis er samtykt at gera íløgur fyri knappar 2 mió kr. Íløgurnar verða brúktar til m.a at umvæla kommunalar bygningar, laga kirkjugarð, fríðka í bygdini, asfaltera og fyrireika kommunala útstykking.

Fíggjarætlanin er vaksin munandi samanborið við undanfarin ár, tí at eldraøkið nú eisini er vorðið partur av kommunala rakstrinum. Samlaði raksturin er nú góðar 16 mió kr.

Á eldraøkinum heldur verandi bygnaður fram, umframt at spart virksemi kemur innaftur.

Samtykt er at gjalda 1,1 mió kr niður av langtíðarskuldini hjá kommununi í 2015. Kommunan hevur onga leysaskuld.

Tá komandi ár fer at halla, hevur kommunan soleiðis goldið niður 10 mió kr av langtíðarskuld, umframt 5,5 mió kr av leysaskuld í samband við skúlabygging og skúlarakstur, yvir farna 6 ára skeið.

Kommunan ætlar komandi árini at fyrireika seg til at taka ímóti Sandoyartunnlinum, og tí verður komandi ár enn meiri orka brúkt til at skapa trivnað á Sandi, og at gera bygdina meiri sjónliga í búsetinga- og ferðavinnuhøpi.

Vinnuliga er Sandoyggin í eini spennandi tíð, nú fiskavirking verður aftur í oynni, umframt at alivinnan er um at fóta sær í oynni.

Hóast avbjóðingarnar eru stórar fyri eina kommunu sum í nógv ár hevur verið skuldartyngd, fara vit í Sands kommunu inn í nýggja árið við áræði og framfýsni.

Brandur Sandoy, Borgarstjóri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder