JN

Sands kommuna hevur í kvøld samtykt fíggjarætlanina fyri 2019

...

2018-11-28 22:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Skattaprosentið, ið seinastu 3 árini er lækkað við 2,5%, verður í 2019 óbroytt 21% og barnafrádrátturin verður somuleiðis óbroyttur 8.500 kr/barn.

Persónsskattainntøkan fyri 2019 er mett til 14.829 tkr, partafelagsskatturin til 150 tkr, meðan afturberingin fyri eldraøkið er mett til 8.042 tkr.

Raksturin komandi ár er mettur til 19.933 tkr, meðan inntøkan íalt verður 23.021 tkr, ella eitt rakstraravlop á 3.088 tkr áðrenn íløgur, rentur og niðurgjalding av skuld.

??tlanin er at gjalda niður langtíðarskuldina við 1.000 tkr í 2019, og verður langtíðarskuldin við ársenda 2019 tí áleið 10.500 tkr.

Íløgurnar eru í 2019 mettar til 2.150 tkr, samstundis sum kommunan væntar at selja grundstykkir fyri 1.000 tkr.

Samlaða avlopið fyri 2019 verður 838 tkr sambært fíggjarætlanini.

Sands kommuna fyrireikar seg til framtíðina við føstum sambandi um Skopunarfjørð, og tí gerð kommunan í ár íløgu í eina útstykking, og komandi ár verður skjøtul settur á at fyrireika nýggjan barnagarð í kommununi.

Kommunan hevur í 2018 gjørt tilbúgvingarætlan fyri kommununa, sum er send landsstýrismanninum til viðmerkingar, og kemur kommunan í 2019 at seta arbeiðið í gongd við at byggja høll til lokalu tilbúgvingina, ið m.a skal hýsa útgerðini hjá sløkkiliðnum í kommununi.

Somuleiðis er ætlanin at gera íløgur á havnaøkinum, har fleiri skúrar skulu gerast, bátadráttur skal fyrireikast, og ábøtur gerast á skrellmóttøkuna.

Kommunan hevur í nøkur ár arbeitt miðvíst við at leggja kloakkir, og í 2019 verður komið so mikið ávegis, at onki spillvatn longur rennur í Sandsvatn.

Aðrar smærri íløgur eru somuleiðis við í íløguætlanini hjá kommununi fyri 2019.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder